Kvinnur og vælferð í Útnorðri

Abstract

Í Útnorðri er talið av monnum hægri enn talið á konum, og er hetta tað øvuta av hinum Norðurlondunum. Ymsar keldur vísa á, at serliga ungar konur, sum flyta frá útjaðaranum, kenna tað trupult at venda aftur. Við hesum í huga tók Embætismannanevndin fyri javnstøðu undir Norðurlandaráðnum stig til eina granskingarverkætlan um konur og vælferðarpolitikk í Útnorðri. Endamálið við verkætlanini er at kanna ymsar vælferðarloysnir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi og at kanna, hvussu ungar konur meta, at hesar loysnir ávirka teirra lív. Verkætlanin varpar sostatt ljós á teir vælferðarpolitisku spurningar, sum ungar konur í teimum trimum londunum meta hava týdning, og sum kunnu verða viðvirkandi til at styrkja støðuna hjá konum í teimum trimum londunum og javnstøðu millum menn og konur. Verkætlanin viðger almennar upplýsingar um demografi, vælferðarskipan, arbeiðsmarknað v.m. í ávikavist Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Harumframt byggir verkætlanin á samrøður við konufólk, ið hava ymiska bakgrund í teimum trimum londunum. Útgávan er skipað í tríggjar partar: Kvinnur og vælferð í Føroyum, Kvinnur og vælferð í Grønlandi og Kvinnur og vælferð í Íslandi. Rithøvundarnir hava granskað í javnstøðu og vælferð og luttikið í kjaki um vælferð í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Rithøvundarnir eru umframt ritstjóran Guðbjörg Lindu Rafnsdóttir, Karin Jóhanna L. Knudsen, MarieKathrine Poppel og Ingibjörg Lilja Guðmundsdóttir. Samstundis sum útgávan er ein útgreining av vælferðarstøðuni í Útnorðri, soleiðis sum ungar konur halda hana vera, er hon eisini eitt týdningarmikið amboð hjá politikarum og fakfólki, ið arbeiða við vælferðarspurningum og javnstøðu í Útnorðri

    Similar works